Tvøroyrar kommuna samtykt Fíggjarætlan fyri 2023

Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á fundi týskvøldið 22. november fíggjarætlanina fyri 2023, sum javnvigar við kr. 111.4 mió.

Inntøkurnar frá persónsskatinum, avgjøldum og afturberingini av eldratænastuni  taka støði í metingunum frá Taks og Gjaldstovuni. Rakstrar útreiðslur av vanligum kommunalum rakstri, eru settar ájavnt við mettu útreiðslurnar og framrokning fyrstu 10. mnd. 2022, meðan raksturin av Eldra- og Barnaverndartænastuni eru eftir meting av stýrinum og umsitingini.

Fíggjarætlanina 2023:

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni. Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-.  Viðvíkjandi barnaansingini er kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, 2. barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri 3. barnið og hareftir. Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at í 2023 verður forskúlatilboð sett á stovn, kostnaðurin fyri fyrsta barni verður kr. 700,-/mðr. og goldið verður fyri 11 mðr. Í frítíðarskúlanum verður kostnaðurin fyri 1. barnið kr. 1.200,-/mðr., og goldið verður fyri 11 mðr. Forskúlaskipanin verður umfatað av galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið

Inntøkur:

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 93,1 mió, svarandi til eina øking á kr. 6,4 mio í mun til FÆ2022. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 69,4 mió, partafelagsskatti kr. 2,5 mió. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mettur til kr. 25,2 mió.


Rakstur:

FÆ2022 Rakstur mió. krFÆ2023 Rakstur mió. krMunur
§1  –Kommunal fyrisiting10,910,8-0,1
§2  –Alm.-& Heilsumál29,730,40,8
§3   –Børn og ung16,415,7-0,7
§4  –Undirvísing & gransk7,08,51,6
§5  –Mentan og frítíð8.010,32,3
§6  –Teknisk mál5,46,10,7
§7  –Kommunal virkir2,73,71,0
80,185,55,6

Mettu rakstrarútreiðslurnar fyri 2023 verða 85.5 mió.kr. §1 fyrisitingin verður samanlagt avsett nakað minni enn í 2022. §2 verður avsett nakað meira til eldraøkt, meðan minni verður játta barnaansing §3 børn og ung. Á grein §4 er meira avsett til viðlíkahald av skúla og øktan kostnað av orkukeypi. Á grein §5 er meira er avsett í stuðul til ítrótt og mentan. §6 tekniskmál er játtanin økt m.a. orsakað av øktum kostnaði til orkukeyp/olju.

Íløgur

Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 26 mió, í mun til kr. 37,1 mió í 2022. Hetta svarar til eina minking á  30%. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku á kr. 14,5 mió.

FÆ2022 mió kr.FÆ2023 mió kr.MunurÆtlaðu íløgur 2023
§11,60,2-1,4Dagføringar av KT útbúnaði og kampingøkinum, uppsetan av kikara á Froðbiarnakki
§2   –
§32,42,10,3Dagføringar á gml. barnagarði, frítíðarskúla og liðugtgerð av spæliplássum og Parkurøki.
§43,63,3-0,4Dagføringar av skúla, ventilatión, KT útbúnaður, innbúgv, vindeygu, tekja í fimleikarhøll og útbúnaður til Forskúla.
§50,94,83,9Gólv og sanitet í ítróttarhøll, dagf. á vøll við Stórá.
§617,410,8-6,5Dagf. á Faktorhús, Posta byg., fleiri trø, parkeringsøkið við plantaguna, gøtur, kirkjugarður, vatnverkið, spillvatnætlan, miðbýarætlan/fríðkan, bussskýlir, asfalt, LED gøtuljós.
§711,24,9-6,3Fleiri brandpostar, dýping á Drelnes, zink klossar, fendarar o.a havnalagið, Súpanarvíkin liðugtgerð, Hvítanes brúgv umvæling.
37,126,0-11,1 

Gjaldføri/fíggjarpostar:

2022 ultimo  Mió.kr.FÆ2023 ultimo Mió. kr.
Tøkur peningur10,410,4
Goymslur og áogn2,92,9
Langfreistað skuld45,952,6
Stuttfreistað skuld5,55,5
Rakstraravlopið RLÚ6,77,5
Álíkining0,670,75

Samtykt:

22. november 2022

Kristin Michelsen, borgarstjóri

Fróði Mortensen, kommunustjóri

Facebook viðmerkingar