Á fíggjarlógini fyri 2023, sum varð løgd fram í dag, eru 10 mió. kr. settar av til Suðuroyartunnilin til forkanningar og fyrireikingar av linjuføring og øðrum.
Í samgonguskjalinum stendur: Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.
Hetta arbeiðið er nú sett á skrá við játtan á 10 mió. kr. á fíggjarlógini.
Facebook viðmerkingar