Vísandi til grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Tvøroyrar Kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegur 37.
Talan er um, at Tvøroyrar Býráð hevur 20. februar 2023 samtykt fylgjandi broytingar í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu:
- Matr. nr. 68 í Ørðavík, luturin sunnan fyri gamla landsvegin í Tjaldavík, 4350 m2, verður broytt frá fríøki “H” til øki L: Øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding.
- Havnarøki “D” á Tvøroyri verður víðkað 100 m eystureftir, har uml. 8422 m2 er uppfylt sjóøki, 1919 m2 verður broytt frá neystaøki “G”, og uml. 233 m2 verður broytt frá miðstaðarøki “A”.
- Ásetingarnar í byggisamtyktini verða broyttar soleiðis, at §29 Øki D: Havnarøki, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir, (herundir siloir og skorsteinar), vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. (Broytingin er skriva í klombru)
Tilhoyrandi skjøl og korttilfar kann síggjast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu her
Almenna framløgan er á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegi 37, frá 23. februar 2023 til 17. mars 2023, í tíðini kl. 09.00 til kl. 15.00 allar dagar, uttan leygar- og sunnudag.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og møgulig broytingaruppskot mugu verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 10. apríl 2023. kl. 15.00, og skulu sendast til:
Tvøroyrar Kommuna
Tekniska deild
Postboks 80
Tvøravegur 37
800 Tvøroyri
-ella umvegis teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo
Tvøroyri hin 22. februar 2023
Facebook viðmerkingar