Grækarismessuhald í Vági

Sunnudagn 12. mars er Grækarismessa, og sum siður er, so skipar Skótaliðið Royndin fyri grækarismessuhaldið við Minnisvarðan, við røðu og felagssangi kl. 16.00. 

Um veðrið ikki er til vildar, so verður tiltakið við Miðlatúni.

Skótar og úlvar ganga skrúgongur kl. 15:45 úr skótahúsinum oman til Minnisvarðan.     

Magnus Pauli West heldur røðu. Magnus Pauli er ættaður av Tvøroyri, men býr í Vági og er leiðari í Miðlatúni og Visit Suðuroy.   

Sangarar úr sangkórinum Ljómur luttaka við felagssangi.   

Aftaná bjóðar skótaliðið kaffimunn í Miðlatúni. 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar