Fer barnið í summarferiu áðrenn tú? Verður tað kanska ein avbjóðing at fáa summarferiuna frá arbeiðsplássunum at ganga upp við summarferiuna í skúlanum? Ella kundi tú hugsa tær at givið barninum eitt øðrvísi summarferiu upplivilsi í Vági? Í døgunum 26. juni til 7. juli 2023 skipar Vágs Kommuna fyri summardøgum í Vági. Summardagarnir eru ætlaðir børnum í 1. til 4. flokki. Hesar dagar kunnu børnini væntað at uppliva alt frá fjallatúrum, eitt ironman special edition og kajakkrógving til tekniskeiðið og at læra at matgera lokalar ráðvørur.
Vágs Kommuna vendi sær seint í januar til foreldur at børnum í 1. til 4. flokki í kommununi. Endamálið var at kannað um tørvur var á einum skipaðum dagtilboðið til børnini eftir at summarferian frá skúlanum var byrja, men har foreldrini møguliga ikki enn høvdu fingið feriu frá arbeiðsplássunum. Afturmeldingarnar frá foreldrunum vístu, at tað er ein tørvur á einum skipaðum dagtilboðið – serliga tær fyrstu tvær vikurnar eftir, at skúlin er farin í summarferiu.
Hvat er hetta?
Vágs Kommuna hevur tí gjørt av, at skipa fyri summardøgum – ella eitt summartilboð til børn – í tvær vikur. Talan verður eitt øðrvísi, stuttligt dagtilboð – fult við upplivingum, læring og samhaldi í nærumhvørvinum í Vági og kring Suðuroynna. Dentur er lagdur á, at øll kunnu verða við. Summardagarnir verða skipaðir av Siri Hovsgarð og Rakul Dahl, ið starvast í Frítíðarskúlanum.
Nær eru summardagarnar?
Summardagarnar er gerandisdagarnar í viku 26 og 27, og hvør dagur byrjar í frítíðarskúlanum. Dyrnar lata upp eftir tørvi og dagsins virksemi byrjar klokkan 9. Hvør dagur er ymiskur og onkrir dagar eru meiri fjølbroyttir enn aðrir. Børnini verða heintaði aftur í frítíðarskúlanum eftir dagsins mongu upplivingar, og dyrnar lata aftur eftir tørvi.
Hvat kunnu børnini vænta?
Longu nú kann Vágs Kommuna avdúkað, at summardagarnir innihalda hetta: Evnisdag í FabLab, vatndagar í Páls Høll, eitt ironman special edition, fjallatúrar, Snorri Patursson (kostfrøðingur) lærir børnini at matgera lokalar ráðvørur, Janus Dam Guttesen kemur at hava eitt tekniskeið og børnini sleppa at royna kajakkirnar hjá Suðuroyar Kajakk.
Tilmelding, kostnaður og praktisk viðurskiftir
Tilmelding til summardagarnar fer fram við at trýsta á hetta leinki. Hevur man spurningar, so ber til at ringja til Frítíðarskúlan á telefon 239323. Freistin at meldað til er 24. mars klokkan 12.00, og tilmeldingin er bindandi og luttøkugjaldið skal rindast innan 14 dagar frá váttanarskrivinum.
Kostnaðurin er 900 kr. fyri báðar vikurnar fyri børn í Vágs Kommunu*. Íroknað er: virksemi, frukt, vatn og millummáli. Børn uttanfyri Vágs Kommunu hava møguleika eisini at melda seg til summardagarnar og tá er kostnaðurin 1.800 kr.
Børnini skulu verða ílatin eftir veðrinum og dagsinsvirksemi. Børnini skulu hava matpakka við.
1. juni fáa tilmeldaðu børnini nærri kunning, hvat virksemi verður í summardøgunum.
* Møguleiki er at fáa frípláss um tørvur er á hesum og foreldrini lúka krøvini.
Facebook viðmerkingar