Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt av, at kvinnuhugni framyvir verður í Faktorhúsinum hvønn mánadag frá kl. 14.30-17.00, har allar kvinnur í kommununi eru vælkomnar til prát, samanhald og at stytta sær stundirnar.
Og farna mánadag 6. mars, var skipa fyri kvinnuhugna í Faktorhúsinum (Roykstovuni) á fyrsta sinni. Hóast kavarok og heldur illfýsið veður var hendan dagin, høvdu fleiri kvinnur leitað sær í Faktorhúsið til eitt gott prát og bindihugna.
Kvinnurnar lótu sera væl at og fegnast um hetta nýggja tilboðið í kommununi. Karmarnir eru sera góðir og Faktorhúsið riggar sera væl til tílík endamál.
TVØROYRAR KOMMUNA
Facebook viðmerkingar