Hans Jacob og Egill vunnu 19. umfar í sjavs

19. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í Sumba 17. mai. Og hetta umfarið vunnu Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør
Nr. 2. John Nilssen og Petur Midjord, 3 stig hvør
Nr. 3. Hans Jacob Petersen og Finn Gærdbo, 2 stig hvør
Nr. 4. Eyðolv Bech og John Bech, 1 stig hvør

Næsta umfar í sjavskappingini verður í kvøld, ónskvøldið 24. mai kl. 18.30. Spælt verður í VB-húsinum í Vági og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar