Hin 22. Apríl hevði Unga Tjóðveldið landsfund, har nýggj landsnevnd var vald. Nevndin sær nú soleiðis út:
Jóhannis Erlendsson, formaður
Marta Djurhuus Hammer, næstforkvinna
Jógvan Jón Henriksen, kassameistari
Tinna Andriasardóttir Jacobsen, skrivari
Ásgerð Stenberg Olsen, nevndarlimur
Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur
Brynjar Levi Stóra, nevndarlimur
Villiam Meier, umboð fyri Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið
Anna Maria Venned, tiltakslimur
Krista Krossá Johansen, tiltakslimur
Vit gleðast um, at vit hava fingið eina stóra og fjølbroytta landsnevnd, sum hevur limir úr fleiri økjum í landinum, og sum er væl umboðað av báðum kynunum.
Landsnevndin hevur sett sær nøkur mál, sum vit ætla at leggja serligan dent á komandi árið:
Lærlingar og lesandi:
Samfelagið hevur tørv á fólki við yrkisútbúgvingum, og tí er tað sera umráðandi, at vit tryggja lærlingumvirðiligar arbeiðsumstøður og eina løn, sum tey kunnu liva fyri.
Lesandi á miðnámi skulu kunna nýta føroyskt undirvísingartilfar, og tí skal ferð setast á arbeiðið at framleiða hetta. Møguleikarnir fyri hægri lesnaði í Føroyum skulu framhaldandi víðkast. Lesandi undir 18 ár eiga at fáa sama studning sum onnur undir somu útbúgving.
Ung á arbeiðsmarknaðinum: Tað hevur sera stóran týdning, at ung fáa eina góða byrjan til lívið á arbeiðsmarknaðinum.
Tí skulu vit tryggja ungum virðiligar arbeiðsumstøður og kunning um rættindi, sáttmalar o.s.fr.
Bústaðir: Byggjast mugu fleiri leigubústaðir og alment gagnligir bústaðir. Bústaðarmarknaðurin skal verða fjølbroyttur, við t.d. eigara-, leigu- og lutaíbúðum
Facebook viðmerkingar