Fimleikaframsýning

Ónsdagin 31. mai kemur eitt danskt fimleikalið til Vágs at hava framsýning. Talan er um eitt fimleikalið við 32 pensjonistum, ið gera fimleik og dansa. Tiltakið verður í Vágs høll og er ókeypis.

Tað byrjar klokkan 14.00.

Fimleikararnir vísa fram í uml. 30 minuttir. Síðani verða øll, ið hava hug, biðin um at koma upp á gólvið, har vit fara at kvøða.

Aftaná verður te, kaffi og køkur at fáa.

Tiltakið er ætla til øll, ikki bara pensjonistum. So takið endiliga børn, barnabørn, vinfólk og kenningar við tykkum.

Øll eru vælkomin.

Facebook viðmerkingar