Á býráðsfundinum ónsdagin 31. mai 2023 varð roknskapurin hjá Tvøroyrar kommunu fyri árið 2022 viðgjørdur og samtyktur.
Fíggjarliga gongdin:
Samlaðu inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2022 vóru 96.853 tkr. og er nakað hægri enn undanfarna ár, tá tær vóru 91.366 tkr. Hækkingin er 5.487 tkr. svarandi til 6,0%.
Samlaði raksturin hjá kommununi er í 2022 76.250 tkr. Hetta er 6.788 tkr. lægri enn ætlað á FÆ2022 83.038 tkr., um enn talan er um ein vøkstur í rakstrinum samanborði við 2021, tá hann var 72.581tkr. Orsøkirnar til øktu rakstrar útreiðslurnar eru í høvuðsheitum farin til økini §3 Børn & ung, 2.745tkr; §6 Teknisk mál, 746tkr.; -sí talvu 2
Skattainntøkur:
Skattainntøkurnar eru gjøgnumgingnar, og tær samsvara við uppgerð frá Føroya Gjaldstovu.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir inntøkurnar síðstu 5 árini:
Íløgur
Á løgusíðuni hevur kommunan nýtt 22.907 tkr. í 2022 samanborið við 17.819 tkr. Størstu løgurnar hava verið gjørdar á hesum økjunum: Fólkaskúlin 2.468 tkr., Umsiting og røkt av fastognum 1.217 tkr., Vegir 7.672 tkr., sløkkiliðið 1.255 tkr., Tvøroyrar havn 1.147 tkr. og bátahavnin 4.087 tkr.
Samanbering av roknskapi við fíggjarætlan og fíggjarliga gongdin
Í sambandi við grannskoðanina er hugt eftir gongdini í bæði rakstri og løgum í 2022. Niðanfyri er ein talva, sum líkist høvuðsyvirlitinum í ársroknskapinum, sum vísir nettogongdina í 2022. Tølini í talvuni niðanfyri eru nettotøl og ikki bruttotøl.
Játtan og nýtsla:
Vísandi til høvuðsyvirlitið í ársroknskapinum fyri 2022 hjá Tvøroyrar kommunu og yvirlitið omanfyri, er netto meirnýtsla staðfest á einari grein. Flestu greinir hava minninýtslu í mun til ætlanina. Meirnýtsla er staðfest í Almanna- og heilsumálum. Talan er um 5 tkr. Í løgunum er meirnýtsla staðfest á einari grein, Undirvísing. Staðfest er tó samstundis, at um hugt verður eftir rakstur og løgum fyri greinina netto, so er ikki meirnýtsla. Í inntøkunum er staðfest ein meirinntøka á 10.114 tkr.
Bú- og Heimatænastan
Í sambandi við grannskoðanina av 2022 er staðfest, at endaligur ársroknskapur fyri 2022 enn ikki fyriliggur fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Útreiðslurnar, sum kommunan hevur bókað á rakstrarstaðið samsvara við uppgerðina, sum fyriliggur nú fyri 2022 hjá Bú- og Heimatænastuni. Sambært uppgerðini er kostnaðurin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2021 hjá Bú- og Heimatænastuni 23.306 tkr. Í fíggjarætlanini fyri 2022 vóru avsettar 22.889 tkr.
Lánsgjald
Goldið í lánsgjaldið kr. 3.674 tkr.
Samlað skuld í mun til álíkning
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir nettoskuld í mun til álíkning:
Facebook viðmerkingar