Hesi tiltøkini við Grannakaffi, ið hava til endamáls at varpa ljós á krabbamein og tí ið fylgir við hesum, hava nú nøkur ár á baki.
Seinasta ár, skipaðu bindikonurnar, ið vanliga samlast í Stóra Pakkhúsi í Vági fyri Grannakaffi í Meinigheitshúsinum í Vági, í meðan rørslufelagið Hvistan, sum eisini sama dag skipaði fyri rennikapping við Stórá í Trongisvági, hevði Grannakaffi har.
Í ár hava so Hvistan og bindikonurnar átikið sær at gera Grannakaffi saman, ið sum sagt verður í Meinigheitshúsinum í Vági frá 12.00 – 16.00 nú legyardagin, 3. mars.
Hvistan og bindikonurnar hava áður samstarva og var tað til Føroya Sunnasta 1/2marathon, og gekk tað framúr væl og vónandi fer hetta samstarvið at halda fram, tá ið Føroya Sunnasta 1/2marathon verður aftur í september, og har longu nú, hóast meira enn hálvt ár er til tiltakið, fleiri enn 40 luttakarar hava boða frá at teir koma, og har eitt nú danir hava melda til eisini.
Leygardagin verður eisini afturvendandi BETRI VK-7, ið er rennikapping hjá Frælsum Ítrótti í Føroyum, og verður leygardagin runnið av Eiðinum í Vági út á Nes, inn til bóndagarðin og vestur aftur á Vágseiðið, og er teinurin umleið 10km. Øll kunnu luttaka, bæði til gongu og rennandi 🙂
Hvistan og Bindikonurnar lata heilsa at øll eru vælkomin á gátt í Meinigheitshúsinum, og møguliga kemur okkurt meira á skránna, sum vit nærkast degnum – allir peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
Facebook viðmerkingar