Ein av bólkunum, ið fer á pall til Ljósfest í Vági í 12. august, er bólkurin Section úr Vági.
Bólkurin var virkin árini innan og eftir 1990. Men til Ljósfest 2023 vaknar bólkurin til lívs aftur.
Sangarin í bólkinum, Hans Jacob Hjelm, hevur sagt, at bólkurin fyrstu ferð fór á pall í 1988, og at bólkurin sostatt kann halda sítt 35 ára jubileum.
Árini eftir hetta var bólkurin sera virkin, og spældi til dans kring alt landið, og var væl fagnaður.
Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í batmintonhøllini í Gundadali í Havn. Bólkurin varð kosin besti bólkur, og fekk gávubræv á 5000 krónur.
Í 1991 gav bólkurin eisini út bandútgávu, nevnd Í lagið. Nakað eftir hetta gavst bólkurin, og nakrir av manningini hildu á, saman við øðrum, í bólkinum, ið fekk navnið Hans Jacob og Vinmenn.
Nakrir av limunum í Section vóru Hans Jacob Hjelm, Rúni í Lágabø, Knút Nielsen, Árni Joensen, Jógvan Elias Thomsen, Jógvan Joensen, Tønnes Mikkelsen, Kári Debess og Johannus Andreasen.
Facebook viðmerkingar