Fámjinsbergholið komið í helvt

Famjinsbergholið er komið í helvt.

Landsverk sigur, at 8.juli var komið hálvan veg við at bora bergholið.

Arbeiðið byrjaði fyri einum góðum ári síðani, síðst í juni í fjør.

Men fyrsta skotið var 16.november.

Bergholið verður 1200 metrar. Landsverk væntar, at skotið verður ígjøgnum í november í ár.

Liðugt næsta ár

Alt arbeiðið verður liðugt á heysti 2024.

Jarðfrøðiligu viðurskiftini hava verið avbjóðandi. 

Hálvan apríl var stórt omanlop í bergholinum, sum seinkaði arbeiðinum í átta vikur og gjørdi, at arbeiðið verður dýrari enn upprunaliga ætlað.

Høvuðsarbeiðstakari er J&K Petersen við Metrostav AS sum undirveitara. 

Høvuðsráðgevi er LBF, Landsbyggifelagið.

Facebook viðmerkingar