Herfyri fingu kommunurnar kring landi høvi at bjóða grundstykki fram til eitt nýtt fongsul og nú løgmaður helt røðu á ólavsøku, er upplýst, at níggju kommunur kring landið hava bjóðað seg fram at hýsa einum nýggjum fongsli.
Tær eru: Tvøroyrar kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vága kommuna, Nes kommuna og Eysturkommuna.
Landsstýrið hevur sent danska Løgmálaráðnum uppskotini, og nú skal støða takast til, hvar tað er best at byggja fongslið. Endaligu avgerðina hava danskir myndugleikar, men landsstýrið er kortini við í arbeiðnum.
Kelda: Dimmalætting
Facebook viðmerkingar