Tá Ljósfest verður í Vági 12. august, verða tað ikki bert ung og tilkomin, ið sleppa at hugna sær.
Børnini fáa eisini sítt.
Klovnurin Bubu hevur áður verið á Ljósfest, og hevur hann hugtikið børnini, og kanska vaksin við. Við orkumiklari framførslu dugir Bubu at fáa børnini við, og hann hevur av sonnum samband við fjøldina. Umframt skemt og gykl, so hevur hann jú eisini fleiri sangir, ið børnini hava tikið til sín.
Umframt Bubu, so hava børnini eisini møguleika at hitta Odda á Ljósfestini 2023, og har plaga kanska serliga smáu børnini at heilsa uppá Odda og taka mynd saman við honum.
Góður tónleikur verður eisini. Danny og Ingi fara á pall og fara teir at syngja teirra væl kendu sangir. Barnatiltakið er á stóra pallinum frá klokkan 15.00 til 17.00 og er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa, sum í ár hevur verið 80 ár í Vági.
Facebook viðmerkingar