Listaframsýning á Ljósfest

Á Ljósfest verður listaframsýning í hølinum hjá Suðuroyar Sparikassa. Tað eru lokal listafólk í Vági og listafólk norðanfjørðs, sum sýnað fram.

Lokalu listafólkini eru Svend Erik Stenberg, Ulla Bærendtsen, Sigmund Andreasen, Mikala Vilhelm og Tummas Vilhelm. Jákup Hjaltalin, sum býr í Havn men hevur ættarbond her suðri, luttekur eisini.

Hesuferð hava okur eisini fingið tvey listafólk norðanfjørðs við. Ein av teimum er Finleif Mortensen, sum eisini er kendur fyri sínar vøkru náttúrumyndir. Tað er eisini her hann fer íblástur sum listafólk. Hann málar bæði landsløg, men eisini eisini meira abstrakt. Finleif hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, men eisini er hann javnan í Danmark við síni list. Finleif Mortensen byrjaði sína yrkisleið sum listamálri á Ólavsøkuframsýningini í 1985.

Hin er Lív Arge úr Hoyvík. Hon er uppvaksin í Havn og hennara stílur er meira ekspermiterandi og abstraktur, við íblástri úr føroysku náttúruni og heimliga umhvørvinum. Lív hevur m.a. útstillað á Ólavsøkuframsýningini, Smiðuni í Lítluvík og hjá Lions.

Listaframsýningin er í ovaru hædd á høvuðssætinum hjá Suðuroyar Sparikassa. Inngongdin er millum Sparikassan og Vágs Litbúð. Opið er frá klokkan 13.00-17.00, og møguleiki er at keypa listaverkini.

Bjarni Johansen, borgarstjóri, setur listaframsýningina.

Facebook viðmerkingar