Í døgunum 2. til 8. oktobur er ABC vika í Vági. Hesar dagar eru ymisk tiltøk á skrá.
Fólkaheilsustýrið skipar saman við kommunum og felagsskapum fyri ABC viku, og í ár er evnið nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu. Í samband við ABC vikuna, so verður hetta á skrá í Vági:
- 2. oktobur: Ókeypis morgunsvimjing og morgunkaffi í Páls Høll. Baðilandið í Vági bjóðar øllum ókeypis svimjing millum kl. 8.00 og 10.00. Hetta tíðarskeiðið bjóðar Páls Høll svimjandi ókeypis morgun kaffi og køkur.
- 2. oktobur: Run on wine-rørslutiltak, ið Hvistan skipar fyri. Byrjða verður kl. 19.00 í Miðlatúni og runnið, gingið og súkkla verður 15 min. og síðani verður vent við og fari verður í móti SEV-húsinum, har møguleiki verður at royna vín (eisini ber til at fáa vatn).
- 3. okt: Fyrilestur við Jens Jákup Hansen um ADHD. Fyrilesturin verður í Miðlatúni kl. 19.00, og Jens Jákup kemur at greiða frá uppvøkstrinum, arbeiðslívinum og ADHD.
- 5. okt: Ókeypis morgunsvimjing og morgunkaffi í Páls Høll. Baðilandið í Vági bjóðar øllum ókeypis svimjing millum kl. 8.00 og 10.00. Hetta tíðarskeiðið bjóðar Páls Høll svimjandi ókeypis morgun kaffi og køkur.
- 5. okt: Skeið í broderingsmaskinu. FabLab í Vági skipar fyri skeiðið í broderingsmaskinu. Skeiðið er ókeypis og er millum kl. 16.30 og 20.30.
- 5. okt: Ókeypis kvøldarsvimjing í Páls Høll. Baðilandið í Vági bjóðar øllum ókeypis svimjing millum kl. 18.00 og 22.00.
- 6. okt: Tvey ættlarlið binda. Dagsglæma verður kl. 15.00-17.00 í Miðlatúni. Í hesum tíðarskeiðið bjóðar Meinigheitshúsið tveimum ættarliðum at binda. Hetta kundi verði mammur og døtrar, ommur og ommudøtrar. Sjálvandi kunnu fleiri ættlarlið enn tvey koma í Dagsglæmuna. Tey, sum møta, fáa ein posa við einum Navia noða, eina lætta bindiuppskrift og ein avsláttarseðil frá Suðuroyar Heimavirki. Havið stokkar nr. 7 við.
- 6. oktobur: Páls Høll hevur opið millum kl. 15.00-19.00, har nýggju baðidjórini eru í hylunum.
Skráin kann lesast talgilt her.
Facebook viðmerkingar