Sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober kl. átta.

Tað boðar felagið frá, eftir at hava kunnað álitisfólkini um støðuna í sáttmálatrætuni við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

Verkfallið rakar hesar deildir:

Landssjúkrahúsið

  • A2
  • A3
  • B5
  • B6
  • B7
  • B8
  • G1
  • G4
  • P40/PI
  • P40/PA

Klaksvíkar Sjúkrahús:

  • KS-3 seingjardeildin

Suðuroyar Sjúkrahús:

  • Seingjardeildin

Facebook viðmerkingar