FC Suðuroy vann 2. deild og 3. deild

Í ggóðveðrinum í dag vann 2. deildarliðið hjá FC Suðuroy 6-0 á 07 Vestur. Við hesum hevur FC Suðuroy eisini vunnið 2. deild hjá monnum kappingarárið 2023.

Málini hhjá FC Suðuroy í dag gjørdu Alexander Holm Kilgour (3 mál), Fríði Holm (2 mál) og Teit Hjelm (1 mál).

3. deildarliðið hjá FC Suðuroy hevur eisimi vunnið deildina og fekk steyp og heiðursmerkir eftir 2. deildardystin í dag.

Mynd av báðum liðunum saman er niðanfyri.

Facebook viðmerkingar