“Nissu Njál flytur inn” er heitið á jólabók, ið er komin út
Tað eru hjúnini Sára Várdis Sandoy og Mykines Dánjalsson, sum hava givið teirra fyrstu bók út.
Talan er um eina jólabarnabók, sum hevur 24 fittar søgur, eina til hvønn dagin, sum ein kalendarabók. Bókin er ætlað smærru børnunum, og er ein stuttlig kalendarabók, ið leggur upp til prát við barnið, í meðan lisið verður. Samstundis kann hon geva vaksnum íblástur til, hvat tey kunnu finna uppá at Nissu Njál skal gera í desembur mánaða, fyri at gera mánaðin meira gandakendan fyri barnið.
Bókin fæst í bókabúðum kring landið.
Facebook viðmerkingar