Landsfelag Pensjónista sendi Løgtingsins Trivnaðarnevnd skriv
tann 10. nov. 2023 við soljóðandi viðmerkingum til uppskot til broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd:
Smbr. lógaruppskotinum verður egingjaldið fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar hækkað munandi, har hægsta egingjaldið fer frá 1.520 kr til 2.320 kr., tvs. 800 kr., ið er ein hækking uppá 53%.
Tað er ásett ein serstakliga stór hækking fyri tey, ið hava eina útreiðslu upp til 2.800 kr., har egingjaldið fer frá 933 kr. upp til 1.540 kr., ið er ein hækking uppá 65%.
At pensjónistar og fyritíðarpensjónistar skulu standa fyri meira enn helvtina av sparingini hjá Heilsutrygd er átaluvert, tí tað eru hesi, ið hava tørv á nógvum heilivági, ið eru ringast fyri í okkara samfelag.
Landsfelag Pensjónista mælir frá, at lógaruppskotið verður samtykt.
Tórshavn 13. nov. 2023
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista
Facebook viðmerkingar