– Eg fari beinanvegin saman við leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum at gera eina ætlan fyri, hvussu hendan játtanin verður brúkt skilabest. Í hesum arbeiði mugu fyrst og fremst taka atlit til tørvin hjá sjúklingunum, men eisini hyggja eftir, hvat letur seg gera, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Bíðitíðirnar at sleppa til viðgerð á sjúkrahúsunum er drúgvar á fleiri økjum og verkfallið herfyri, hevur eisini havt sína ávirkan. Hóast gongdin í Sjúkrahúsverkinum seinnu árini hevur verið góð, og vit hava fingið fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk, so eru framvegis serøki, har tørvurin er størri enn starvsfólkatilfeingið. Tí hava vit bíðilistar.
Í fíggjarlógini fyri 2024 eru 4,3 mió. kr. settar av til eina serstaka upphædd, ið skal fáa bíðilistarnar niður á øllum trimum sjúkrahúsunum. Talan er um eina upphædd, sum er markað til endamálið og tí ikki verður partur av vanliga rakstrinum hjá Sjúkrahúsverkinum.
Facebook viðmerkingar