Mána- og tórsmorgnar er venjing í Páls Høll fyri eldri.
Eldri borgarar hava møguleika at venja tvær ferðir um vikuna í Páls Høll. Venjingin fyrigongur í svimjuhylinum og verður skipa av starvsfólkum frá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni. Venjingin er millum klokkan 9.00 og 9.30 mána- og tórsmorgnar.
Virkin Vágur 2024
Morgunvenjingin í Páls Høll er eisini partur av heilsuátakinum hjá Vágs Kommunu.
Facebook viðmerkingar