Vágs Kommuna bjóðar vinnurekandi inn til kaffiprát mánadagin 12. februar. Kaffiprátið verður í Miðlatúni klokkan 10.00.
Vágs Kommuna hevur áður bjóða vinnurekandi inn til kaffiprát og undirtøkan hevur verið stak góð. Endamálið við kaffiprátinum er at styrkja samskifti og samstarvi millum kommununa og lokala vinnulívinum og í millum tey lokalu vinnurekandi. Við kaffiprátinum fáa kommunan og tey vinnurekandi møguleikan at netverka í einum óformellum umhvørvi.
Øll vinnurekandi í Vágs Kommunu eru hjartaliga vælkomin, og bjóðar Vinnu- og havnanevndin kaffi og kaku.
Facebook viðmerkingar