FC Suðuroy spældi javnt
Leygardagin spælti FC Suðuroy fyrsta dyst í kappingarárinum í Havn ímóti B36. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
Málið hjá FC Suðuroy gjørdi Dánjal Godtfred í yvirtíðini, eftir at Rói V. Fossabrúgv hevði lagt B36 á odda 1-0 tá 62 minuttir vóru farnir. FC Suðuroy spældi størsta partin av seinna hálvleiki við 10 monnum, Emmanuel Andorful fekk seinna gula kortið tá 48 minuttir vóru spældir.
TB tapti
Sunnudagin tók TB ímóti Víkingi við Stórá. Dysturin endaði við 3-2 til Víking, sum sostatt fór norðurum aftur við øllum 3 stigunum.
Víkingur legði seg á odda í 38. minutti við málið sum Jákup Martin Jarnskor gjørdi. Markus Thorberg javnaði fyri TB í 65. minutti. Rani Hansen gjørdi tað til 2-1 til Víking í 70. minutti. Løtu seinni, í 73. minutti, gjørdi Tórkil Úlvur Jespersen Holm tað til 2-2. Men í 84. minutti gjørdi Sigmund Hansen á Líðarenda tað til 3-2 til Víkingi, og gjørdist hetta úrslitið av dystinum.
Málverjin hjá Víkingi fekk annars reyða kortið í 61. minutti og spældi Víkingur við 10 monnum tað sum eftir var av dystinum.
2. umfar
Í næstu viku, leygardagin 16. mars, spælir FC Suðuroy heima ímóti AB, meðan TB skal á útivølli ímóti KÍ í Klaksvík.
Facebook viðmerkingar