Morgunmatur 65+ á Tvøroyri

Tórsmorgun 21. mars, frá kl. 10-12 eru borgarar 65 ár og eldri, í Tvøroyrar kommunu, hjartaliga vælkomnir til ein góðan morgunmatarbita á Seglloftinum.

Tvøroyrar kommuna bjóðar og er tað Bindi Madsen, ið stendur fyri morgunmatinum. Tiltakið er ókeypis.

Vit hava áhugavert innslag frá Sonna Smith á skránni og hann hevur eisini gestir við. Felagssangur verður eisini og harmonikutónleikur afturvið.

Hjartaliga vælkomin á Seglloftið tórsdagin í komandi viku.

Facebook viðmerkingar