FC Suðuroy vann, TB tapti

Mynd: Bjartur Vest Joensen
Mynd: Bjartur Vest Joensen

FC Suðuroy vann ein sera týðandi útisigur ímóti Víkingi í Leirvík seinnapartin. Talan var um ein sera javnan dyst, men tá samanumkom vann FC Suðuroy 1-0, málið gjørdi Salmundur Bech í 47. minutti.

TB hevði í dag vitjan av AB við Stórá. AB vann dystin 2-1. AB legði seg á odda í 45. minutti, men TB javnaði tá 68 minuttir vóru farnir, Nikolei Johannesen gjørdi málið. Men tá 79 minuttir vóru leiktir gjørdi Bartal Skaalum Petersen tað til 2-1 til AB og gjørdist hetta eisini endaliga úrslitið á dystinum.

Facebook viðmerkingar