Umhvørvisvikan á Tvøroyri 

UMHVØRVISVIKA Í VIKU 18

Eins og undanfarin ár, er frálíka og afturvendandi Umhvørvisvikan á Tvøroyri í døgunum, mánadagin 29. apríl, til sunnudagin 5. mai.

Endamálið við Umhvørvisvikuni er at seta sjóneykað á tey umhvørvisligu virðini og avbjóðingarnar, fyri at kunna njóta og betra enn meira um umhvørvið. Skráin er á tremur alla vikuna við nógvum góðum tiltøkum fyri borgarar í øllum aldri.

Kommunan letur borgarum í kommununi plantupakka til egið brúk; Skipa verður fyri felags plantudegi við Stórá og skipa verður fyri gongu og ruddingartúri á Trongisvágssandi, við frásøgn um plantuvøkstur. Fyrilestur verður á Seglloftinum; áhugavert tiltak í Mýrufípuni “havið og fiskar”; Skipa verður fyri kvøldsetu í Naddoddarneystinum, eins og skipa verður fyri hugnaløtu í Súpanarvíkuni. Leygardagin bjóðar kommunan øllum borgarum til morgunmat á Segloftinum, áðrenn Umhvørvisvikan endar við almennum ruddingardegi.

Tilber at fylgja við hvat er á skrá her

Tendra tilvitskuna og kom á umhvørvisviku, til frama fyri náttúruna, har okur øll rudda og hampa um, heima og úti.

Tvøroyrar kommuna

Facebook viðmerkingar