Ein vanligur partur av virkseminum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er at skipa summarskeið fyri einum meiri tilkomnum aldursbólki.
Í farnu viku var summarskeiðið 2024, har luttakarar vórðu blakaði út í alskyns avbjóðingar og upplivingar – og vit kunnu staðfesta, at aldur er bert eitt tal. Tí hetta hevur verið ein herligur, lívligur og ikki minst djarvur hópur av fólkum úr øllum Føroyum! Takk fyri, at tit vóru við til at gera vikuna so stuttliga og minnisríka. Vit síggjast næsta ár, skrivar Ítróttaháskúlin á facebook, har tað eisini eru hópin av myndum frá summarskeiðnum.
Facebook vangin hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er her.
Facebook viðmerkingar