The Viking Voyage – ferðin til Norra – við seksæringinum Naddoddi av Tvøroyri er útsett fyri í fyrsta lagi veður, og í øðrum lagi er báturin ikki heilt klárur enn. Hvør onnur grund er at vísa á, at ferðin er útsett? Jú, sama hvat, ið sagt verður um veðurlagsbroytingar, so hava Føroyar ongantíð, tað fólk vita um, verið fyri einum so veðurringum august mánaði sum í ár. So Føroyar hava sum skilst neyvan livað betur upp til heitið, tær fingu undir Krígnum, “The Land of Maybe”, enn nú.
Men ongin hevur mist mótið, og lagið er gott. Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT og manningin á Naddoddi skipaði í gjár, sunnudagin 18. august, og í dag, mánadagin 19. august, fyri stórfingnum kunningartiltaki á mentanarborgini SALT á Drelnesi. Skúlanæmingar úr Vági, Hvalba og av Tvøroyri, umframt Føroya Eftirskúla á Tvøroyri, fyltu høllina og balkongina í SALT í morgun, dagin eftir ta somuleiðis kunnandi samkomuna í gjár, sunnudagin, 18. august. Og seinnapartin í dag bjóðar Tvøroyrar kommuna manningini á Naddoddi, nevndini og sjálvbodnum hjálparum í bátafelagnum Naddoddi døgurða í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri.
Á fyrru myndini greiðir Andy Fitze, skipari, frá undanfarnum, vísindaferðum, eitt nú heilt har norðuri í Svalbarð. Á seinnu myndini avmyndar tann dugnaligi og væl útgjørdi bátsfotografurin, Saeny Blaser, eitt andarhald í SALT. Símun Berg úr Hvalba var aftur nú fúsur at filma og soleiðis varðveita henda søguliga tilburð.
Altso, ferðin hjá Naddoddi við teimum seks, ið manna bátin: Andy Fitze, skipari úr Sveis, Livar Nysted, havrógvari úr Hvannasundi, Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr Meksiko, búsitandi í Florida, USA, Saeny Blaser, fotografur úr Sveis, Georg Aebi og Martin Fitze, er útsett til í fyrsta lagi í morgin, týsdagin 20. august.
Og vit siga einaferð aftrat: Vit fáa at síggja, hvussu veðrið háttar sær. Tað, vit vita um veðurforsøgnina í dag, mánadagin 19. august, er, at í morgin, týsdagin 20. august, melur hann millum útsynning og útnyrðing, 3 til 8 m/s. Vesturætt við góðum byri. Skýggjað og ælaveður, men sum frá líður sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig,
Facebook viðmerkingar