Grannauppgerðin ímillum TB og FC Suðuroy við Stórá leygarkvøldið endaði við javnleiki 1-1.
TB legði seg á odda tá 20 minuttir vóru farnir við máli, sum Markus Thorberg gjørdi.
Í seinna hálvleiki javnaði Emmanuel Andorful fyri FC Suðuroy og tað gjørdist eisini úrslitið av dystinum.
Sostatt endaði eisini hendan grannauppgerðin við Stórá við javnleiki. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2.
FC Suðuroy og TB spæla aftur á Eiðinum 29. September.
Facebook viðmerkingar