Seinasti Eldradagur í ár verður leygardagin 5. oktobur

Seinasti eldradagur í ár verður leygardagin 5. oktobur, frá klokkan 11.00 – 13.00. Eldradagarnir eru ætlaðir borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri.

Á skránni er brunch frá Matstovuni Garðslon. Áhugaverdir fyrilestrar frá Arnfinni Thomassen um at vitja aftur í Føroyingahavnina og um túrin hjá Ljómi til Rye, har sluppin Johanna varð bydgd.

Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis at luttaka. Um onkur tørvar flutning til og frá VB húsinum, so verður viðkomandi biðin um at ringja til Miðlatún á telefon 239390.

Facebook viðmerkingar