SSL: Margit Johansen fekk tænastumedalju kongsins fyri 40 ár í starvi hjá Strandferðsluni
Leygardagin 21. september var hátíðarhald umborð á Smyril fyri Margit Johansen, kateringfólki á Smyrli, har ið hon fekk tænastumeldalju kongsins fyri at hava verið í starvi hjá Strandferðsluni í 40 ár
Tað var ein sera hugnalig løtu umborð á Smyrli við væl dekkaðum borði og vøkrum blómutyssum, ið Maiken Dimon, starvsfelagi hjá Margit, hevði heintað úr sínum egna hava. Tað merktist, at Margit er væl lýdd millum sínar starvsfelagar, ið høvdu lagt nógv fyri at gera løtuna so hátíðarliga og serstaka. Tað mesta av matinum var gjørdur umborð á Smyrli av dugnaliga køkstoyminum.
Skiparin Erland Mørkøre flutti fram røðu fyri Margit, og síðani handað Niels Juel Arge, stjóri, Margit tænastumedalju kongsins, ið verður latin starvsfólki, ið hava verið trúgv mótvegis sama arbeiðsplássi í 40 ár.
Margit byrjaði í starvi hjá SSL 1. februar 1984 sum 21 ára gomul. Hon byrjaði umborð á gamla Smyrli, og hevur bæði verið partur av Suðuroyarsiglingini og Skotlandssiglingini í mong ár. Margit hevur røkt starvið til fulnar og hevur verið sera álítandi og trúføst mótvegis SSL øll hesi árini. Takk fyri tað, Margit og hjartaliga til lukku.
Facebook viðmerkingar