Megna ikki at halda fingrarnar burtur

Tað var ein øgiligur skelkur, tá tað frættist, at almenni stovnurin, Landsverk, enn einaferð hevur blandað seg í viðgerðina av komandi Suðuroyartunlinum. Eftir øllum at døma, so er tað vorðið eitt aðalmál hjá, í hvussu er, fyrrverandi stjóranum, at forkoma tunlinum, kosta hvat tað vil.

Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um annað, enn, at tað er Løgmaður, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini. IKKI Fiski- og Samferðslumálaráðið og tískil ei heldur Landsverk! Tað bleiv sligið fast, tá hendan samgongan tók við.

Tráanin eftir at hava avgerandi orðið í hesi risastóru verkætlan, ja Føroya størstu verkætlan nakrantíð, er bæði hástór og óskiljandi. Ja, hon er nærmast ørandi, tá hugsað verður um, at Landsverk hevur havt ríkiligt av innanhýsis trupulleikum. Landsverk hevur ikki orð fyri at brillera, tá tað viðvíkir stórum verkætlanum – heldur tvørtur ímóti. Metingarnar hjá Landsverk hava víst seg at raka eins beint og ein ávirkaður stevnuluttakari í skjótiteltinum á ólavsøku. Úr rúgvuni kunnu takast Glasir, H-bygningurin, Miðnámskúlin í Suðuroy, Hamragarður í Vági o.s.fr.

Ikki tí, alt kjak viðvíkjandi komandi Suðuroyartunlinum er kærkomið, tí tað fær okkum tættari at fyrsta skotinum.

TÓ, at fara beinleiðis inn á annað málsøki og blandað seg í viðgerðina og sáa iva um tað arbeiðið, sum verður gjørt, er undir alt lágmark og ber brá av persónligum orsøkum.

Landsverk hevur hesaferð sett seg í samband við ráðgevarafyritøku, sum ikki hevur royndir við tunlum í Føroyum og sum er beinleiðis kappingarneyti við norsku ráðgevarafyritøkuna Norconsult, sum p/f Suðuroytunnilin brúkar. Nosconsult er sama fyritøka, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði í samband við Eystur- og Sandoyartunnilin – ein fyritøka, ið hevur prógvað í verki, at tað hon fer undir, heldur!

At velja ein beinleiðis kappingarneyta, sum í áravís hevur havt ynski um, at fleiri av verkætlanum hjá Norconsult skulu kollsigla, er sum at biðja Mowi góðskumeta laksin hjá Bakkafrost, ella umvent – tú fært ikki eitt gegnigt svar, men heldur eitt svar, ið tænir kappingarneytanum best gjørligt, tí kanska verður kappingarneytin valdur.

Tað er undrunarvert, at kanningin sigst vera bíløgd fyri góðum ári síðan, men fyrst nú sær hon dagsins ljós. Hvør er orsøkin til, at kanningin hevur verið tagd burtur í áleið hálvt ár? Tað er eisini óvist, um Landsverk og vísmenninir hjá Sweco hava tikið avvarðandi myndugleika, sum er Løgmansskrivstovan og undirliggjandi p/f Suðuroyartunnilin,  við uppá ráð.

Tað er eisini ivasamt, um Løgmansskrivstovan ella P/f Suðuroyartunnilin hava fingið nakra kunning um romansuna hjá Landsverk og Sweco, ella um hesi fingu avrit av kanningini, tá hon var liðug og handað Landsverk?

Og til seinast, hvat hevur kanningin kostað?

Tí hevur tað almennan áhuga, hvat avvarðandi landsstýrismaður av Landsverki visti og heldur um, at Landsverk er farið út um sínar heimildir og inn á annað málsøki, og harvið brúkt almennan pening til eina kanning, sum stovnurin ikki hevur heimild til.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður

Facebook viðmerkingar