Fyrilestur um aldargomlu grindabátarnar í Vági

Mynd: Bjartur Vest

Áhugaverdur fyrilestur við Rakul Sumberg Dahl verður í MIðlatúni. Rakul fer at hugleiða um aldargomlu grindabátarnar í Vági – um teirra virksemi og týdning fyri Vág og vágbingar.

Saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin í 2021 innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Innskrivingin á UNESCO listan er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.

Fyrilesturin verður í Miðlatúni týskvøldið kl. 20.00.

Facebook viðmerkingar