2. Páskadag kl. 15.00 tekur VB ímóti Stjørnuni í Vágs Høll. VB skal royna at reisa seg eftir tapið ímóti Kyndli Skertisdag, meðan Stjørnan Í seinasta umfari vann ímóti Stíf.
Teoretiskt hevur VB framvegis møguleika at vinna sess í FM-finaluni, hetta um Kyndil tapir teir 3 dystirnar, Kyndlakvinnurnar hava eftir, meðan VB skal vinna sínar 3 dystir.
Kyndil hevur VÍF í Vestmanna 2. Páskadag og hevur so Neistan og Stjørnuna í Havn. VB skal spæla ímóti Stjørnuni 2. Páskadag og síðani á útivølli ímóti Stíf og heima ímóti VÍF í seinasta umfari.
Í morgin, 2. Páskadag, er tað so Stjørnan, sum kemur á vitjan, og dysturin byrjar sum nevnt kl. 15.00.
Facebook viðmerkingar