Livilig kor fara eftir Lex Pelagic

Fær P/F Varðin Pelagic sítt virksemi góðkent og endaligt byggiloyvi til ætlanina um bygging av lýsi- og mjølverksmiðju á havnarlagnum á Tvøroyri, verður málið stevnt. Vit vóna tó, at løgtingið virðir fólkaræðisligu skipanirnar, roynir at bøta um mistøkini, tað framdi í 2013 og steðgar byggiætlanunum.

Felagið Livilig kor skal við hesum undirstrika álvaran í okkara mótmæli av ætlanini hjá P/F Varðanum Pelagic at byggja eina mjøl- og lýsiverksmiðju aftrat verandi uppsjóvarvirki á havnarlagnum á Tvøroyri.

Um farið verður undir víðkanina av havnarlagnum og byggingina, soleiðis sum hon er stungin út í kortið – sama um P/F Varðin Pelagic fær sína umhvørvisgóðkenning og neyðugu loyvini at byggja – so verður málið stevnt.

Nevndin í Liviligum korum vónar tó, at landsins myndugleikar sjálvir eru so mikið at sær komnir, at teir taka stig til at rætta grovu mistøkini, ið vórðu framd í 2013 og steðga tí, sum nú er í umbúna.

Tað er í fyrsta lagi løgtingið, sum eigur ábyrgdina av tí sera ivasama lógarsmíðnum, tá ið serlógin “Lex Pelagic” varð skundað ígjøgnum tingið fyri at loyva einstakari privatari fyritøku, P/F Varðanum Pelagic, at sleppa undan formligum mannagongdum og krøvum, so farast kundi undir bygging beinanvegin.

Ein løgtingsmeiriluti samtykti lógina ímóti allari løgfrøðiligari ráðgeving og ímóti øllum teimum lógum, reglum og mannagongdum, sum annars eru til fyri at veita okkum borgarum trygd fyri, at vit liva í einum rættarsamfelag. Nógvir av løgtingslimunum, sum tá atkvøddu fyri, sita enn á tingi og vit vóna veruliga, at teir saman við restini av løgtinginum liva upp til tað álit, sum fólkið hevur sýnt teimum, virða okkara fólkaræðisligu skipanir og steðga ætlaðu útbyggingini á havnarlagnum á Tvøroyri.

Onki at missa

Áhugafelagið Livilig kor, ið umboðar nærmastu grannar og onnur, ið eru góð við Tvøroyri, hava áður mint á, bæði alment og fyri myndugleikunum, at upprunaliga byggiloyvið hvílir á sera ivasomum lógargrundarlagi og at eitt víðkað byggiloyvi á sama grundarlagi tí als ikki sømir seg. Hetta rínur tó ikki við, hvørki hjá býráði ella virkisleiðslu.

Møguliga royna býráð og virki bara at tiga tað burtur, tí tey vóna, at Livilig kor í seinasta enda fara at ræðast sítt egna barn. Tey satsa kanska uppá, at vit ikki tora at fara í rættin, tá avtornar, tí greitt er, at vit tá fáa skyldina fyri, at virksemið hjá P/F Varðanum Pelagic á Tvøroyri steðgar.

Men so fara tey skeiv. Tí víst verður tað keðiligt, um vit missa virksemi á havnarlagnum á Tvøroyri. Men um ætlaða útbygging verður veruleiki, missir fólkið, sum Livilig kor umboðar, alt, sum tey eiga. Við einum slíkum virki í grannalagnum – sum í øðrum londum verður lagt langt uttan fyri bøgarðarnar vegna “serliga dálkandi virksemi” – fellur sethúsavirðið niður í einki og annað virksemi í økinum, sum annars hoyrir miðbýnum til, verður køvt. Grannarnir hjá P/F Varðanum Pelagic hava sostatt slett onki at missa og tískil kunnu tey heldur ikki lata seg ræða.

Tað skal ongin ivi vera um yvirhøvur, hvar ábyrgdin liggur. Um hetta kemur til skarpskeringar, sum kanska enda við, at núverandi virksemi verður skert ella steðgar, liggur ábyrgdin eina og aleina hjá Tvøroyrar býráð og í løgtinginum, sum hava komið lokalsamfelagnum og okkum øllum í hesa støðu.

Løgfrøðiligur tungvektari

Byggiætlanirnar eru í bíðistøðu nú, tí Umhvørvisstovan hevur gjørt av, at alt virksemið hjá P/F Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri skal hava nýggja umhvørvisgóðkenning. Somuleiðis hevur Yvirfriðingarnevndin latið málið frá 2013 upp aftur, tí hon nýliga hevur funnið uppaftur fleiri løgfrøðilig ivamál í sambandi við upprunaliga byggiloyvið – sum um serlóggávan ikki var nóg mikið!

Men um myndugleikar okkara gera av at síggja burtur frá øllum býarskipanarligum grundreglum og farið verður undir at fremja byggiætlanina, er felagið til reiðar við fremsta umhvørvisadvokati í danska ríkinum. Talan er um Håkun Djurhuus hjá danska advokatfelagnum Lundgrens.

Håkun Djurhuus hevur, sum navnið gevur ábendingar um, føroysk ættarbond, men tað er í fyrsta lagi hansara holla servitan í umhvørvisrætti og almennum rætti, sum Livilig kor hava áhuga í. Felagið hevur latið honum alt tilfarið heilt aftur til, tá P/F Varðin Pelagic bygdi í 2013.

Broytingarnar, sum løgtingsmeirilutin trýsti ígjøgnum í 2013, gjørdu seg inn á bæði heimastýrislógina og stýrisskipanarlógina umframt donsku grundlógina, men málið er higartil ikki lagt fyri nakran rætt. Nú eru grannarnir hjá P/F Varðanum Pelagic á Tvøroyri tó so kroystir, at um eisini hetta, sum nú er í umbúna, skal trýstast ígjøgnum, so fara vit í rættin. Tá verður sjálvsagt farið heilt aftur til 2013, og endin kann væl verða, at alt skal rullast aftur, so at byggiloyvið, sum tá varð latið, má strikast.

Hvørjar avleiðingar, tað fær, er ikki greitt, men tað er ikki óhugsandi, at P/F Varðin Pelagic leggur endurgjaldskrav mótvegis landinum og tað verður ongin smávegis upphædd.

Facebook viðmerkingar