Takk – Heini Thorsteinsson

Heini Thorsteinsson føddur 8. novembur 1976 og sjólátin 6. februar 2024

Takk til MRCC og Vørn fyri leitingararbeiði. Takk til manningar á skipum og tyrlutilbúgvingina fyri tykkara leiklut í leitingini.

Takk til familju, vinir, kenningar og tykkum øll, sum komu inn á gólvið í heiminum og á annan hátt hava sýnt samkenslu í sorg okkara. Takk fyri fløvandi orð, gott til matna og annan ugga í sorgini og sakninum.

Takk til Patrick prest í Vági, Anniku prest á Tvøroyri og Hanus Pál í Hvalba, takk fyri ótroyttiiligan stuðul og fyri góð orð í Vágs kirkju til minningarhaldið 13 apríl. 2024.

Takk til Frelsunarherin og orðið á borðið, fyri vakran sang í kirkjuni.

Takk, tit, sum vóru við til at gera minningarløtuna í Vágs kirkju til ein góðan dag hóast alt: eisini tit mongu, sum komu til ervið.

Takk til Hans Jacob Hjelm og Fimmboða Lisberg fyri vakran sang og spæl.

Vit takka Vágs kirkju, kirkjuráði og kirkjutænarum, umframt Poul Laust Christiansen fyri stroyming.

Takk til Suðuroyðar Sjúkrahús fyri tykkara hjálpsemi. Somuleiðis takk til tykkum mongu, ið bakaðu.

Takk til reiðarí, skipara og manning fyri løturnar.

Genesis og Adrian Marita og Einar

Mamma og Pappa

Rebekka og Ingvard Ránnvá omman

Facebook viðmerkingar