Marita nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy

Marita Gunnarstein Nielsen verður nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy.

Hon er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. 

Marita Gunnarstein Nielsen býr í Vági saman við familju, og hon tekur við starvinum 1. desember. 

Setanarmálið var viðgjørt í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, tí ógegni var í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti starvið.

Facebook viðmerkingar