Listaframsýning við Steintóru Erhardsdóttir

Í desember kemur ein serlig listaframsýning at hanga uppi í Miðlatúni. Tann, sum sýnur fram, er Steintóra Erhardsdóttir.


Steintóra er fødd og uppvaksin í Vági, og útbúgvin gudfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Yale University. Hon virkar sum sóknarprestur bæði í Havn og í Nólsoy.
Í nógv ár hevur Steintóra verið virkin innan list og er serliga kend fyri sínar plakatir. Plakatir kunnu keypast.


Framsýningin verður opin frá 2. desembur og til og við árslok. Framsýningin er opin allar yrkadagar frá klokkan 10:00 – 16:00.

Facebook viðmerkingar