R7 Kringvarp: NOVA er heitið á nýggjari lokalsending hjá R7, sum skal vera við til at seta Suðuroynna í fokus.
Sent verður beinleiðis úr Suðuroy hvønn mánadag frá klokkan 13 til 15 – ella longur, um neyðugt.
– Suðuroyggin er sera spennandi øki og hevur eisini møguleikar og avbjóðingar, sum eru øðrvísi enn í flestu øðrum pørtum av landinum.
– Í sendingini fara vit at tosa við mentanarfólk, vinnulívsfólk, ítróttaráhugað og onnur, ið kunnu varpa ljós á oynna í fortíð, nútíð og framtíð.
– Vit fara við góðum treysti undir NOVA, tí vit ivast ikki í, at sendingin fer at hava áhuga millum fólk – ikki bert millum suðuroyingar, antin teir so búgva í Suðuroy ella aðrastaðni, men eisini onnur.
– Navnið NOVA, sum merkir ‘nýtt’, hevur ein neutralan dám, og tað kemur sendingin eisini at vera, sigur R7.
NOVA – beinleiðis hvønn mánadag úr Suðuroynni í millum kl. 13-15. R7 hoyrist í 98% av landinum!
Facebook viðmerkingar