VB vann leygardagin stórsigur á Stíf í ítróttarhøllini á Skála. Eftir fyrra hálvleik var tó onki, sum endi á, at VB fór at vinna greitt.
Fyrri hálvleikur gekk javnt millum liðini, sum fylgdust hesar fyrsti 30 minuttirnar. VB var tó eina løtu frammanfyri við 4 málum, áðrenn Stíf stríddi seg inn í dystin aftur – og til hálvleiksstøðuna 12-11 til VB.
Í seinna hálvleiki sett VB ferð á, samstundis sum verja og málverji vardu fyri, tá Stíf var í álopi. VB skoraði 15 mál í seinna hálvleiki, meðan Stíf fekk 6 mál og tí endaði dysturin eisini við einum greiðum 27-17 sigri til VB.
Málskjúttar hjá VB fóru:
Agnes Fallesen: 9 mál
Gurið K. Augustinussen: 7 mál
Rúna M. Jacobsen: 6 mál
Christina Holm og Laila Jespersen: 2 mál
Bára K. Mortensen: 1 mál
Facebook viðmerkingar