Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.
Hagtøl
Tilsamans vóru tey 85 svimjarar og 28 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 484 ferðir í 34 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.
Føroyskt met
Signhild Joensen (2000), Ægir setti við tíðini 1:03.34 føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:03.38, frá Danish Open í 2017, sum verður verandi føroyskt juniormet, við tað at Signhild nú er seniorur.
Føroysk juniormet
SuSvim-dreingir settu føroyskt juniormet í 4×100 frí, við tíðini 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið, á 4:07.21 frá FM á langgeil í fjør.
HS-dreingir settu føroyskt juniormet í 4×100 blandað, við tíðini 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu nú farna metið, á 4:32.57 frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða.
Bestu avrik í FINA-stigum
Signhild Joensen (2000), Ægir framdi besta avrik á stevnuni yvirhøvur, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing setti nevnda føroyska met, við tíðini 1:03.34 sum gevur 772 FINA stig.
Róland Toftum (1998), SuSvim framdi besta avrik hjá monnum, tá ið hann í 50 metra bringusvimjing svam seg til 664 FINA stig, við tíðini 30.27.
Facebook viðmerkingar