Fámjinstunnilin avhendaður

Mánadagin varð Fámjinstunnilin loksins avhendaður, har Sigtor A. Petersen stjóri fyri J&K Petersen og Bogi Hansen verkætlanarleiðari fyri Landsverk skrivaðu undir avhendingarskjalið.

Tað er ongin loyna, at hetta hevur verið ein torfør verkætlan, sum hevur verið nógv darvað av ringa tilfarinum í fjallinum og omanlopunum, sum hava verið – lukkutíð er ongin komin til skaða.

Nú eru vit so komin á mál, og okkara arbeiði við Fámjinstunlinum er liðugt, skrivar J & K Petersen.

Tunnilin letur tó ikki upp enn. Eftir er hjá øðrum veitara at gera el-arbeiði og trygdarskipanir. Hetta arbeiðið er mett at taka góðar tríggjar mánaðir, og letur tunnilin tí væntandi upp í juni mánaði.

Facebook viðmerkingar