Alzheimersfelagið kafe í Skúladeplinum 25. apríl

Mikukvøldið 25. apríl kl 19.00 verður kafé í Skúladeplinum í Hovi fyri fólk við demenssjúkum, avvarðandi teirra, starvsfólki innan heilsuøkið, politikkarum, og øðrum áhugaðum.

Skráin er henda:
• Malan Mohr, forkvinna, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiði felagsins.
• Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar um demensklinikkina. 
• Birita Johansen og Ann Thomsen, demenssamskiparar, kunna um tilboðini, Bú- og Heimatænastan í Suðuroy bjóðar fólki við demenssjúkum, og hvøjum ætlanum arbeitt verður við. 
• John í Skemmuni sigur sína søgu sum avvarðandi.
• Svein í Prestgarði syngur.
• Síðan verður orðið frítt, og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.

Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði.

Borðreitt verður við kaffi/te og onkrum góðum til góman.

Verið vælkomin

Alzheimerfelagið

Facebook viðmerkingar