Samkomuhúsið Betania í Porkeri 50 ár

Komandi sunnudag, tann 1. juni, verða tað 50 ár, síðan samkomuhúsið Betania í Porkeri varð tikin í brúk. Ætlanin er at markera hetta við tiltøkum nú um vikuskiftið, og eru øll hjartaliga vælkomin.

Leygarkvøldið 31. mai:

Kl. 20.00 Greitt verður frá samkomusøguni og myndir vístar.

Sunnudagin 1. juni:

Kl. 11.00 Morgunmøti við breyðbróting.

Kl. 12.30 Sunnudagsskúli.

Kl. 18.00 Møti við luttøku ymsastaðni frá.

Samkoman Betania í Porkeri er ímillum elstu samkomur hjá Brøðrum í Føroyum.

Í februar í 1906 vóru møtir hildin í skúlanum í Porkeri. Fleiri vóru umvend og byrjaðu tey at savnast regluliga.

Í 1907 varð fyrsti salurin bygdur og tikin í nýtslu. Hann stóð í Skemmutúninum. Í 1921 varð hesin salurin tikin niður og ein størri bygdur á sama stað.

Í 1971, tá ið høvuðsvegurin ígjøgnum bygdina skuldi breiðkast, varð salurin tikin niður, tí at hann stóð í vegin.

Nýtt grundøki varð útvegað undir Gjørðabrekku, og varð byrjað at byggja nýggjan sal, sum stóð liðugur móti sumri  í 1975. Umleið 10 ár seinni varð kjallarin innrættaður til ein minni sal við tilhoyrandi køki.

Seinastu tíðina eru stórar umvælingar farnar fram av kjallarahæddini. Drenað er um salin og er øll kjallarahæddin gjørd av nýggjum.

Ein tilbyggningur í tveimum hæddum er bygdur uppí salin. Í kjallaranum í hesum tilbyggningi er køkur gjørdur. Ovara hæddin verður í næstum gjørd til inngongd og wc til rørslutarnað.

Tað er við takksemi, at vit hugsa um mongu árini, ið samkoman hevur verið á staðnum her, og vit takka Harranum fyri tey, sum ígjøgnum árini hava verið trúgv í tænastuni – bæði handaliga og andaliga. Ættarlið eru farin og nýggj eru komin, sum í trúskapi halda fram í samkomuni.

Regluligu møtini í Betania eru:

Sunnudag:

Kl. 11.00 Morgunmøti við breyðbróting.

Kl. 12.15 Evangeliskt møti

Kl. 12.15 Sunnudagsskúli.

Tórskvøld kl. 20.00 er bønarmøti.

Onnur tiltøk, sum eru skiftivís ímillum samkomurnar í oynni eru, ungdómsmøtir, kvinnumøtir og møtir fyri menn.

Eisini eru trúboðarar, sum virka í og út frá samkomuni. – John í Skemmuni hevur virkað sum trúboðari síðan 1988, og var við í leiðsluni í Zarepta í 25 ár.

Lív Poulsen, systir hansara, hevur síðan 2005 virkað sum trúboðari ímillum badiarankefólkið í Senegal. Høvuðsuppgáva hennara hevur verið at týtt Nýggja Testamentið til fólkið, sum hon virkar ímillum. Tað er nú liðugt og er á gáttini at verða prentað.  Nú hjálpir hon m.a. einum ungum badiarankemanni, ið umsetir Gamla Testamentið.

Lars Djurhuus hevur sent okkum tíðindastubban.

Facebook viðmerkingar