
Seinnapartin fekk fyrsti næmingurin húgvuna á høvdið í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Seinnapartin var Sjúrður Magnussen úr FHS til próvtøku í enskum og hann gjørdist tann fyrsti næmingurin í hesum skúlaárinum á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, ið fekk húgvuna á høvdiđ.
Sum siðvenja er, slapp Sjúrður eisini at vinda Merkið í flaggstongina við Miðnámsskúlan.

Facebook viðmerkingar