Nógvir seglbátar vitja

Hesa ársins tíð leggjs nógv ferðamannaskip og nógvir seglbátar leiðina norður í Norðuratlantshav at vitja í Føroyum og longri norðuri.

Nógvir seglbátar hava hesa seinastu tíðina vitja á Vági og hetta sást eisini aftur í Gomlu kei, har hesir fimm seglbátarnir lógu í morgun.

Í næstu viku vitja fleiri ferðamannaskip eisini á Vági. Meiri verður at frætta um tað seinni.

Facebook viðmerkingar