Hamragarður verður umvældur næsta summar

Sjálvt bygningsarbeiðið byrjar umleið 1. apríl 2026 og fer at taka umleið 6 mánaðir. Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Henriki Old, løgtingsmanni. Hann spurdi soleiðis:

1) Hví eru umvælingarnar av røktarheiminum Hamragarði ikki byrjaðar?

2) Nær kann væntast, at arbeiðið verður sett í gongd?

Landsstýrismaðurin svarar soleiðis til fyrra spurningin:

Almanna- og mentamálaráðið hevur vent sær til Landsverk og biðið um at fáa upplýsingar til svarið.

Seinasti samráðingarfundur, viðv. semju um byggimálið frá 2011 og viðv. umvælingum, var millum Fíggjarmálaráðið, Landsverk, Almanna- og mentamálaráðið og tær fýra kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt (Vágur, Porkeri, Sumba og Hov) 23. januar 2025. Síðani tá hevur verið arbeitt við at skipa samstarvið millum partarnar, og prosjekteringin hevur verið í útboði.

Vinnari av útboðnum var Sp/f Formo á Glyvrum. Sáttmáli er gjørdur, og farið er undir forkanningar og staðfesting av vavinum av uppgávuni og projekteringi. Í næstum verður farið undir projekteringina. Ætlandi verður projekteringin liðug í august/september 2025, og síðani verður farið undir innboðið útboð av byggiarbeiðinum. Lisitatión verður ætlandi í oktober 2025 og síðani sáttmálagerð.

Og til seinna spurningin svarar landsstýrismaðurin soleiðs:

Tá arbeiðstøkusáttmáli er gjørdur, ætlandi í oktober 2025, kann fyrireikandi arbeiðið setast í gongd, bíleggingar o.a. Sjálvt bygningsarbeiðið byrjar umleið 1. apríl 2026 og fer at taka umleið 6 mánaðir.

Facebook viðmerkingar