Húsakórið á konsertferð

Føroyska útisetakórið í Keypmannahavn, Húsakórið, kemur til Føroya á konsertferð frá 29. apríl til 6. mai. Kórið, sum telur 40 limir, fer at hava tríggjar konsertir eins og tey luttaka á Kórfestivalinum 5. mai í Norðurlandahúsinum.

Húsakórið hevur sína fyrstu framførðslu sunnudagin 29. apríl klokkan 16.00 í Salt á Drelnesi. Týskvøldið 1. mai kl. 20.00 í Vesturkirkjuni og mikukvøldið 2. mai kl. 20.00 í Fuglafjarðar Kirkju. Føroyaferðin endar við luttøku á Kórfestivalinum

Húsakórið, sum skjótt hevur fimti ár á baki, hevur verið á konsertferð í Pólandi, Noregi, Svøríki, Finlandi, Spaniu og Írlandi. Kórið hevur bert einaferð áður verið á konsertferð í Føroyum, og tað var í oktobur 2004.   

Húsakórið við kórleiðara Tóru Vestergaard á odda, hevur eina sera fjølbroytta skrá at bjóða áhoyrarunum m.a. føroysk, ensk, donsk, svensk, íslendsk og lettisk løg og sangir

 

 

Facebook viðmerkingar